UEFA umhugsar at leikbanna Iniesta

Velur UEFA at leikbanna Barcelona miðvallarin, Andres Iniesta, so verður hann ikki tøkur til fyrru hálvfinaluna móti Real Madrid. Tað var í fyrru fjórðingsfinaluni móti Shakhtar Donetsk á Nou Camp í Barcelona, at Andres Iniesta fekk gult kort fyri ikki at flyta seg, tá Shakhtar Donetsk skuldi taka fríspark. Barcelona vann dystin sannførandi og við gula kortinum fekk Andres Iniesta leikbann í seinnu fjórðingsfinaluni. Tað merkir, at hann er tøkur aftur til hálvfinaluna. UEFA hevur nú hugt nærri eftir støðuni og kannar um Andres Iniesta fekk sær hetta gula kortið við vilja, so hann kundi sita yvir í seinnu fjórðingsfinaluni, sum nærmast ongan týdning hevði.

 

Gula kotið hjá Andres Iniesta kann síggjast

HER> Real Madrid varð fyrr í hesum kappingarárinum dømt fyri at hava fingið sær gul kort við vilja, so leikarar kundu sita yvir í minni týdningarmiklum dystum og samstundis reinsa kort bókina. Tá var talan um Sergio Ramos og Xabi Alonso, sum fingu sær heldur býtt reyð kort. <a href= http://www.youtube.com/watch?v=LPplbi9QeKE> HER> UEFA avgerð í morgin um Andres Iniesta verður sektaður við nýggjum leikbanni. Barcelona og Real Madrid møtast í hálvfinaluni í Champions League. Fyrra verður 27. apríl í Madrid og seinna hálvfinalan verður 3. mai í Barcelona