UEFA skákar sær undan

UEFA torir ikki at takla Liverpool og Manchester United

Eftir Europa League uppgerðirnar millum Liverpool og Manchester United fyri kortum, blivu bæði feløgini ákærd av UEFA fyri ópassandi atburð. Nú fyriliggja ákærurnar, men UEFA hevur elegant hoppað framvið álvarsligastu ákærurnar.

 

Les eisini:Liverpool og Manchester United ákærd

 

Tað er ikki ókent, at Liverpool og Manchester United viðhaldsfólk syngja ópassandi sangir um Munchen, Hillsborough og Heyssel vanlukkurnar. Hetta hendi í størri mun, enn vanligt hevur verið seinnu árini, tá feløgini brustu saman í 1/8 finalunum í Europa League.

 

Eftir seinna dystin á Old Trafford bleiv Liverpool eisini ákært fyri ópassandi sang, men í ákæruskrivinum, sum nú er almannakunngjørt, hevur UEFA ikki ákært Liverpool fyri serliga ópassandi sangin um Munchen vanlukkuna, men heldur meiri óskyldiga sangin um, at Manchester er fult av lorti.

 

Manchester United er slett ikki ákært á hasum økinum, sjálvt um tað greitt hoyrdist á bæði Anfield og Old Trafford, at Manchetser United viðhaldsfólkini sungu um Hillsborough vannlukkuna, og um leiklutin hjá Liverpool viðhaldsfólkunum í Heysel vanlukkuni.

 

Her hevur UEFA valt at skáka sær undan veruliga trupulleikanum, sum helst hevði fingið væl meiri av umtalu enn núverandi ákærurnar. Liverpool vann samanlagt 3-1 og skal í fjórðingsfinaluni spæla móti Borussia Dortmund.