UEFA leikbannar Drogba

Tað var í dystinum ímóti Inter í Champions League í ár, at Didier Drogba fekk reytt kort fyri at traðka á ein Inter spælara. Eftir dystin segði Drogba eisini, at hann helt lítið um reyða kortið. Chelsea tapti tann dystin 1-0 og kom ikki víðari. UEFA hevur nú viðgjørt málið og er komið fram til, at Drogba skal hava leikbann í tveir dystir.

 

Í Champions League kappingini í fjør fekk Didier Drogba eisini leikbann frá UEFA, tá hann eftir hálvfinaluna móti Barcelona vísti sína ónøgd við dómaran. Tá gav UEFA honum eisini ein dóm, ið sigur at um nakað líknandi skuldi hent aftur, so fær hann leikbann í tveir eyka dystir. Tann dómurin skuldi standa við til juli 2011, men er nú longdur í tvey ár orsaka av hendingini móti Inter.

 

Sostatt verður Didier Drogba ikki við tveir teir fyrstu dystirnar í Champions League komandi ár, og hann má skikka sær pent fram til juli 2013, um UEFA ikki skal gera meira við málið.