UEFA kannar Liverpool

Liverpool verður kannað fyri brot á fíggjarreglugerðina(FFP) hjá UEFA

UEFA kannar í løtuni, um Liverpool hevur framt brot á fíggjarreglugerðina hjá evropisku fótbóltssamgonguni (Financial Fair Play). Hevur Liverpool brotið reglugerðina, so er møguligt, at Liverpool ikki sleppur eftir Champions League pengunum fyribils.

 

Les eisini: Anfield verður útbygt

 

UEFA fíggjarreglugerðin sigur, at feløg bara kunnu hava eitt undirskot á 336 milliónir krónur fyri kappingarárini 2011-12 og 2012-13. Tó verða útreiðslur til ungdómsarbeiði, leikvøllin og venjingarstøðina ikki roknaðar við.

 

Les eisini: Manchester City revsað fyri FFP

 

Liverpool hevur í løtuni eitt undirskot upp á 473 milliónir krónur fyri hesi bæði kappingarárini. Liverpool vónar tó, at sleppa undan einum dómi við at vísa á, at fleiri av útreiðslunum eru farnar til forarbeiði at útbyggja Anfield, sum er leikvøllurin hjá enska felagnum.

 

Umframt Liverpool, so verða Monaco(Frakland), Inter Milan(Italia) og AS Roma(Italia) eisini kannaði fyri at hava ov stórt undirskot.

 

Tey av feløgunum, sum hava fingið revsingar frá UEFA fyri brot á FFP reglugerðina eru Manchester City og Paris Saint-Germain.