UEFA ákært Real Madrid

Real Madrid er á odda 4-0 og lítið er eftir av vanligu leiktíðini, tá bæði Xabi Alonso og Sergio Ramos fáa sítt seinna gula kort fyri drál. Bæði gulu kortini sóu heldur misteinkilig út og fjølmiðlarnir vóru skjótir at kanna málið.

 

Xabi Alonso og Sergio Ramos høvdu nevnliga báðir eitt gult kort hvør frá øðrum dystum í bólkaspælinum, og høvdu kunna tikið eitt við sær til næsta dyst. Tá høvdu teir báðir bara verið eitt gult kort frá einum leikbanni í teimum avgerandi Champions League dystunum, sum verða spældir komandi ár. Við útvísingunum eru Alonso og Sergio Ramos nullstillaðir aftur, tá teir skulu spæla áttandapartsfinalurnar í februar í 2011.

 

Stutt eftir dystin komu myndir, ið vísa José Mourinho tosa við Xabi Alonso stutt fyri seinna gula kortið. Síðani tosar hann við eykamálmannin Jerzy Dudek, sum síðani rennur yvir til Iker Casillias, ið ferð víðari til Sergio Ramos, sum løtu seinni eisini fær sítt seinna gula.

 

Youtube: Hendingin sæst

HER UEFA.com skrivar, at UEFA viðgerð ákæruna tann 30. novembur.