Áskoðarin kom at raka málmannin hjá AC Milan, Dida, sum gjørdi eitt sera stórt nummar út av hendingini. Nú hevur UEFA gjørt av at reisa sak ímóti Dida. Sakin ímóti Dida verður umrødd á fundi hósdagin, so tá fær man at vita, hvussu stór revsingin verður til Dida. UEFA hevur eisini reist sak ímóti Celtic, tí felagið ikki megnaði at fora áskoðaranum at sleppa inn á vøllin.