UEFA givið Wenger, Nasri og Jordan leikbann

Arsène Wenger og Samir Nasri úr Arsenal og Joe Jordan, ein av hjálparvenjarunum hjá Tottenham, hava allir fingið leikbann í ein dyst. Venjarin hjá Arsenal, fraklendingurin Arsène Wenger, varð í øðini eftir at liðið hjá honum tapti á Nou Camp móti Barcelona í Champions League. Hann metti, at hansara spælarar høvdu verið fyri órøttum frá dómaranum og tað var 61-ára gamli fraklendingurin ikki bleytur fyri at siga við dómaran eftir dystin. Eisini franski miðvallarin hjá Arsenal, tann 23-ára gamli Samir Nasri, hevur somuleiðis fingið leikbann fyri ósømuligan atburð eftir dystin.

 

UEFA hevur eisini valt at revsa ein av hjálparvenjarunum hjá Tottenham. Talan er um 59-ára gamla skotan, Joe Jordan, ið Milan liðskiparin, Gennaro Gattuso, stútaði í Champions League dystinum millum Milan og Tottenham. Teir kom ilt ímillum teir báðar undir dystinum, sum Tottenham vann 1-0. Eftir dystin var italiumaðurin so óður, at hann stútaði Joe Jordan. UEFA valdi umgangandi at revsa Gennaro Gattuso við leikbanni, men nú hevur Joe Jordan so eisini fingið revsing fyri atburðin.

 

Sambært Dailymail, so skilur Arsène Wenger einki av revsingini og sigur seg einki skeift hava gjørt ella sagt.