Uefa flytur CL-finaluna úr Sankta Pætursborg til París

Av tí at Russland hevur gjørt innrás í Ukraina verður ársins Champions League-finala flutt úr Sankta Pætursborg í Russlandi til París í Frankaríki. Dysturin verður spældur 28. mai.

 

Champions League-finalan skal kortini ikki spælast á Krestovsky Stadium í Sankta Pætursborg síðst í mai.

Eftir russiska álopið á Ukraina hevur Evropiska Fótbóltssambandið (Uefa) gjørt av at flyta stóra dystin úr næststørsta býi í Russlandi.

Hesum boðar Uefa frá eftir fund við stuttum skotbrá í felagsins eksekutivkomité í dag.

Í staðin skal Stade de France í París vera karmur um finaluna í fínsta kappingini í Evropa. Tað verður triðju ferð, at franski tjóðarleikvøllurin hýsir Champions League-finaluni. So var eisini í 2000 og í 2006.

– Uefa vil senda sína tøkk til Franska forsetan, Emmanuel Macron, fyri persónliga stuðul og virki hansara fyri at fáa flutt ein av størstu fótbóltsdystum til Frankaríki í eini krepputíð, verður sagt í boðum frá Uefa.

Hesa vikuna hevur trýst verið á Uefa til tess at fáa finaluna flutta, so hvørt kreppan millum Russland og Ukraina hevur ment seg.

Eftir at Russland leyp á Ukraina í gjár gav Uefa-forsetin Aleksander Ceferin fundarboð í eksekutivkomitéini í dag.

Uefa hevur á dagsins fundi eisini gjørt av at allir dystir og Uefa-kappingar við russiskum ella ukrainskum bólkum í óvissa tíð skulu spælast á uttanveltaðum vølli.

Tað fær skjótt avleiðingar fyri Spartak Moskva, sum skal heimadyst í Europa League áttandaparts finaluni, sum lutakast verður um seinni í dag.

Russiska fótbóltslandsliðið skal síðst í mars spæla minst ein playoffdyst á heimavøllini um at koma til VM, men tað óvist verður, hvussu tað verður við hesum dysti, tí altjóða fótbótlssambandið  Fifa hevur ikki tikið støðu til tað enn.

 

/ritzau/