Meðan Rangers vóru hepnir við at vinna á italska liðnum, Fiorentina í hálvfinaluni, har teir vunnu aftaná brotssparkskapping, so gjørdi Zenit bart í sínari hálvfinalu, har teir sendu týska risan, Bayern München niður í gólvið við einum knúsandi 4-0 sigri. Veddingarfyritøkurnar hava hetta í huga, og hava tí sjálvsagt Zenit sum favoritt til at vinna UEFA-Cup finaluna í kvøld. Hóast hetta, so hava 100.000 viðhaldsfólk hjá Glasgow Rangers lagt leiðina til Manchester, hóast bert 13.000 av teimum hava fingið atgongumerki til City of Manchester Leikvøllin í kvøld. Glasgow Rangers vunnu Evropa Cup fyri steypavinnarar afturi í 1972, og venjarin, Walther Smith vil ógvuliga gjarna, at skotskur felagsfótbóltur aftur vinnur eitt evropeiskt heitið. Tað fyrsta síðani Aberdeen og Alex Ferguson vunnu kappingina fyri steypavinnarar í 1983. ?Nógv ringt er sagt um Rangers í seinastuni, og at vit spæla definsivan anti-fótbólt. Men um øll hesi liðini vit hava møtt á vegnum eru so væl spælandi, hví hava tey so ikki vunnið á okkum?? Spyr Walther Smith. Zenit-venjarin, hollendingurin, Dick Advocaat, sum áður hevur vant Glasgow Rangers vónar, at Zenit kann skriva søgu í kvøld: ?Eg havi sagt við spælarnar, at um vit hava ein møguleika at vinna UEFA-Cup kappingina, so er tað í kvøld. Vit hava víst, at vit kunnu vinna á øllum liðum.? UEFA-Cup finalan byrjar kl. 19.45.









