Evropesiska fótbóltssamgongan, UEFA, hevur givið Neymar leikbann í tríggjar dystir galdandi í øllum evropesiskum kappingum. Orsøkin er ljótur málburður í samband við 3-1 tapið móti Manchester United, sum kostaði plássið í Champions League.
Heimskendi bóltsnillingurin úr Brasil sat sjálvur á áskoðaraplássunum við skaða, tá Manchester United í evstu løtu fekk eitt umstrítt brotsspark, sum bleiv avgerandi. Eftirfylgjandi legði hann eitt illsinnisgleps út á Instagram.
- Hetta er ein skandala. Tað sita fýra fólk, sum ikki hava skil fyri fótbólti, og hyggja at hendingunum í VAR-rúminum. Har er einki brotsspark. Hvussu kann tað verða hond, tá bólturin rakar hann í ryggin, skrivaði Neymar um brotssparkið, ið Manchester United fekk.
Nú hevur Neymar fingið leikbann í tríggjar dystir. Tað merkir, at hann má sita yvir tríggjar teir fyrstu dystirnar í bólkaspælinum í komandi kappingarári.











