Týsdagin var videofundir millum tey 55 limalondini í UEFA. Á fundinum vórðu ymisku kappingarnar hjá evropeisku fótbóltssamgonguni umrøddar. Hálvan mars var avgjørt at útseta EM 2020, til at verða í 2021, og nú eru aðrar kappingar og endaspøl eisini útsett ella avlýst, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.
Millum annað er avgerð tikin um at avlýsa allar menningarkappingarnar hjá yngru landsliðunum, sum eftir ætlan skulu verða í mai mánað. Harafturat eru EfB Spar Nord Elite Cup í Esbjerg fyri U15 Dreingir, og venjingarkappingin fyri U18 Dreingir, sum skuldi verða í Fraklandi, avlýstar.
Á videofundinum varð eisini avgjørt at útseta allar dystir hjá kvinnulandsliðnum, manslandsliðnum og U21-landsliðnum, sum eftir ætlan skuldu verða í juni mánað. Sum avleiðing av hesum varð samtykt at útseta EM-endaspølini hjá kvinnum og U21, sum skuldu verða í 2021, til í staðin at verða á sumri í 2022.
Hetta merkir tað fyri Føroyar
Fyri Føroyar merkir hetta millum annað, at menninir væntandi skulu spæla átta landsdystir í heyst. Umframt dystirnar í bólkaspælinum í UEFA Nations League, skal A-landsliðið við monnum møguliga eisini spæla tveir venjingardystir, sum verða i september og oktober.
Broytta skráin hjá UEFA hevur samstundis við sær, at EM-undankappingin hjá kvinnum endar í november, og tað sama er galdandi fyri undankappingina hjá U21-landsliðnum.
Vanliga spæla føroysku liðini undankappingardystirnar til Champions League og Europa League um mánaðarskifti juni-juli. Men í ár verða hesir dystir allarhelst á skránni nakað seinni. Nær áleið teir verða, er tó ilt at siga í løtuni.