Fyrrverandi landsliðsspælarin Daniel Udsen, sum hevur umboðað EB/Streym í føroysku kappingini, spælir nú fyri FC Helsingør.
Í kvøld spældi FC Helsingør á útivølli ímóti FC Roskilde í donsku steypakappingini, og tað lukkaðist Daniel Udsen og hansara liðfeløgum at spæla seg víðari.
FC Helsingør legði seg á odda í fyrra hálvleiki við máli sum Anders Holst gjørdi. Í seinna hálvleiki økti Daniel Udsen til 2-0, og eitt lítið korter fyri tíð minkaði FC Roskilde um munin. Úrslitið gjørdist 2-1 til FC Helsingør.
Birkerød spældi seg eisini víðari í steypakappingini við stórsigri á Marienlyst. Eitt av málunum í 5-0 sigrinum skoraði Gunnar G. Nielsen, sum áður hevur spælt fyri ÍF, GÍ og KÍ.