Udsen gjørt sáttmála í Danmark

Føroyski landsliðsleikarin Daniel Udsen hevur gjørt sáttmála við danskt fótbóltsfelag, og vendir soleiðis nøsina frá Føroyum og EB/Streymi, har hann hevur spælt seinastu tvey árini. Tað er felagið Elite 3000, sum hevur tryggjað sær undirskriftina og fótbóltseginleikarnar hjá stinna miðvallarleikaranum, skrivar bold.dk.

 

Elite 3000 spælir í triðbestu donsku fótbóltsdeildini. Áðrenn Udsen kom til Føroya, spældi hann í Vanløse í somu deild. Nýggja felagið hjá Udsen fegnast sum vera man, um at fáa føroyska landsliðsleikaran aftrat hópinum.

- Talan er um ein fyrstafloks leikara, sum vit hava gjørt avtalu við. Daniel Udsen hevur staðið ovarliga á okkara ynskilista í langa tíð, og nú hann eftir tvey ár í Føroyum vildi aftur til Danmarkar at spæla, vóru vit skjótir at senda honum ein sáttmála, sigur Johnni M. Christensen, við bold.dk.

 

Sambært Faroesoccer spældi Daniel Udsen 47 dystir og gjørdi 15 mál fyri EB/Streym tey bæði árini, hann var í Føroyum. Hann er skrásettur fyri sjey landsdystir.