UBI vann Ungt Virkið

Ársins bólkar í Ungt Virkið kappingini hava seinastu tveir dagarnir víst sína vøru fram á torginum í SMS, og vinnarin í ár gjørdist bólkurin UBI. Ubi er stutt sagt ein fjarstýring og ein lyklaringur. Lyklaringurin verður heftur á eitt nú lyklarnar, mappuna ella aðrastaðnis. Tá ið eitt nú mappan er burtur, sleppur ein við hesum undan stríðnum at leita, tí ein kann ?bippa? tað fram. Ein skal trýsta á knøttin á fjarstýringini, og so fer lyklaringurin á burturmista tinginum at ringja.

 

Hóast hetta ikki er fyrstu ferð, at heimurin hevur sæð ein slíkan lyklaring, so hildu dómararnir í kappingini kortini, at hetta var so mikið gjøgnumført, at tað skuldi gerast ársins hugskot 2010.

 

Jeannet Djurhuus er ein teirra, ið manna bólkin Ubi.

 

-Vit fara avgjørt at fylgja hesum hugskotinum upp, og stovna eitt veruligt partafelag og føra hugskotið víðari, sigur hon.

 

Bólkurin skal í næstum til Danmarkar, har kappast skal í norðurlendskari kapping fyri ungar íverksetarar.