Stutt fyri klokkan seks í morgun kunngjørdi amrikanska rúmdarumsitingin NASA, at fylfisveinurin UARS er dottin niður á jørðina. NASA dugir hinveginm ikki at siga, hvar tað er hent.
Danski rúmdarserfrøðingurin Michael Linden-Vørnle sigur við DR, at sambært NASA kom fylgisveinurin inn í atmosferuna ímillum klokkan 04.45 og 05.45 okkara tíð í morgun, og í hesum tíðarskeiðinum var hann uppi yvir Kanada, Atlantshavinum, pørtum av Afrika og Indiska Havinum.
-So eftir hesum er hann dottin niður einastaðni í hesum økinum, sigur Michael Linden-Vørnle við DR.
UARS vigaði upprunaliga seks tons, men NASA hevur sagt, at tað, sum fór at koma niður á jørðina, er í 26 pettum, sum viga 532 kilo tilsamans.