Helgi Hildarson Hoydal, U21-landsliðsliðskipari og A-landsliðsleikari, hevur havt tvær strævnar vikur við báðum landsliðunum, har veitslurómurin við U21-landsliðnum um vikuskiftið varð skiftur út við eitt vónbrot við A-landsliðnum.
Stinni strikuspælarin fegnast um sín fyrsta dyst við A-landsliðnum, men hann hevur ilt við at koma uttanum, at upplivingin við U21-landsliðnum var stuttligari.
- Tað er stórur munur á at vinna og at tapa. Tað var sjálvandi ein stór uppliving at spæla mín fyrsta landsdyst við A-landsliðnum, men eg má viðurkenna, at U21 var stuttligari enn hetta, sigur Helgi við Sosialin í dag.
- Eg fari aldrin at gloyma mín fyrsta dyst við A-landsliðnum. Hitt fari eg tó heldur aldrin at gloyma, so fyri meg eru tað tvær stórar upplivingar, men tó er U21-kappingin eina tonn størri enn A-landsliðskappingin, sigur hann víðari.
Øll samrøðan við Helga Hildarson Hoydal kann lesast í Sosialinum, sum er komin út í dag. Har greiðir hann m.a. frá hvussu dagarnir við nógvum hondbólti hava verið, hvat hansara størsta ynski er fyri føroyskan hondbólt og hvør á A-landsliðnum hevur tørv á at fáa eitt klemm.