Í dag spælir føroyska U21-landsliðið fyrsta dystin í undankappingini til EM 2019. Spælt verður í Litava, og sambært Eli Hentze, venjara, eru allir spælararnir klárir.
- Vit hava eina venjing eftir, og tá vant verður á stadion, har dysturin skal verða. Nú verður dentur lagdur á at fáa tær seinastu taktisku avtalurnar upp á pláss. Allir eru klárir at avrika 100 prosent, ið er mest avgerandi í royndini at fáa stig burturúr, sigur Eli Hentze við heimasíðuna hjá FSF.
- Eg havi sæð tveir venjingardystir hjá litaviska U21-liðnum, og avbjóðingin verður at standa ímóti teirra vælvirkandi umstillingum. Men vit fara fyrst og fremst eftir góða avrikinum, ið er eyðkent av føroyska stríðsviljanum, og vit skulu eisini hava dirvi í okkara leikhátti, sigur Eli Hentze.
U21 EM-undankappingardysturin millum Litava og Føroyar verður á Telsiai Central Stadion. Dysturin kann síggjast á www.fsf-livestream.com.
Undankappingin 2017/2018
2017:
8. juni: Litava – Føroyar
31. august: Føroyar – Danmark
5. september: Finnland – Føroyar
10. oktober: Føroyar – Georgia
10. november: Føroyar – Pólland
2018:
23. mars Georgia – Føroyar
8. juni Føroyar – Finnland
7. september: Pólland – Føroyar
12. oktober: Føroyar – Litava
16. oktober: Danmark - Føroyar