U21: Regn tarnar venjing í Russlandi

Oysandi regn ger, at føroyska U21 landsliðið ikki vandi á leikvøllinum undan dystinum í morgin

Føroyska U21-landsliðið hevur havt seinastu venjingina áðrenn dystin móti russum, sum verður í morgin, hósdagin 12. november klokkan 16:00 (føroyska tíð).

 

Les eisini:FSF Varpið í Russlandi

 

Undir vanligum umstøðum plagar seinasta venjingin at vera á vøllinum, har dysturin skal spælast. Men soleiðis bleiv ikki hesaferð. Í Krasnodar regnar rættuliga illa í dag, og tí varð avgjørt at fara á venjingarvøllin hjá FC Krasnodar, skrivar heimasíðan hjá FSF.

 

Kortini hevur føroyski hópurin verið og hugt eftir umstøðunum á Kuban Leikvøllinum, har dysturin skal spælast. Men tað, ið hugtók mest, vóru risastóru ljósmastrarnar.

 

Sum eitt kuriosum kann nevnast, at í kvøld fer portugisiska landsliðið við Cristiano Ronaldo á odda á sama vøll at venja, sum okkara U21-lið vandi á í morgun. Leygardagin hittast Russland og Portugal í venjingardysti, skrivar fsf.fo at enda.