Tað ger veruligan mun fyri bæði tað føroyska U21-landsliðið, og tað føroyska A-landsliðið at spæla á graslíki. Tað prógva hagtølini.
U21-landsliðið hevur spælt 9 undankappingardystir á graslíkinum á ovara vølli í Gundadali í Havn. Av hesum 9 undankappingardystunum hevur U21-landsliðið vunnið tveir, spælt fýra javnar, og tapt tríggjar undankappingardystir á graslíkinum á ovara vølli í Gundadali.
Úrslitini hjá U21 landsliðnum á graslíkinum á ovara vølli í Gundadali :
Føroyar - Rumenia 0-4
Føroyar - Russland 1-0
Føroyar - Moldova 1-1
Føroyar - Lettland 1-3
Føroyar - Andorra 3-1
Føroyar - Norðurírland 0-0
Føroyar - Makedonia 1-1
Føroyar - Serbia 0-2
Føroyar - Danmark 1-1
Føroyska A-landsliðið hevur spælt 8 FIFA-skrásettar landsdystir á graslíki síðani 1989. Av hesum hevur Føroyar vunnið tveir, spælt tveir javnar, og tapt fýra skrásettar landsdystir á graslíkisvallum í Føroyum, Ìslandi og í Svøríki.
Úrslitini hjá tí føroyska A-landsliðnum á graslíkisvallum :
1989 :
Føroyar - Kanada 1-0 (Gundadalur)
Føroyar - Kanada 0-1 (Klaksvík)
1990 :
Føroyar - Ìsland 2-3 (Gundadalur)
1991 :
Føroyar - Turkaland 1-1 (Gundadalur)
2001 :
Svøríki - Føroyar 0-0 (Tipshallen, Växjö, Svøríki)
2008 :
Ísland - Føroyar 3-0 (Kórinn, Kópavogur, Ísland)
2009 :
Ísland - Føroyar 1-2 (Kórinn, Kópavogur, Ìsland)
2010 :
Ísland - Føroyar 2-0 (Kórinn, Kópavogur, Ísland)
Av teimum 17 skrásettu landsdystunum føroyska U21-landsliðið og føroyska A-landsliðið hava spælt á graslíkisvallum í Føroyum, Ìslandi og í Svøríki er talan um 4 sigrar, 6 javnleikir og 7 tap. So hagtølini siga, at tað ger mun hjá føroyingum at spæla á graslíki.
(Mynd: football.fo)