U21: Noreg og Spania møtast í hálvfinaluni

Greitt er nú hvør skal møta hvørjum í hálvfinaluni í U21 EM endaspælinum í Ísrael. Noreg skal møta Spania, meðan Holland og Italia møtast í hinari hálvfinaluni.

 

Seinastu dystirnir í bólkaspælinum vóru í dag, tá bólkur B bleiv avgreiddur. Spania vann 3-0 á Hollandi, sum rakti tvørstongina tvær ferðir umframt, at David De Gea hevði minst tvær stórbjargingar.

 

Í hinum dystinum í bólki B millum Russland og Týskland fekk eitt reytt kort í fyrra hálvleiki stóra ávirkan, tá russikur verjuspælari fekk beinleiðis reytt kort. Týskland vann 2-1 eftir at Russland var á odda 1-0. Hvørki av liðnum hevði nakran møguleika at koma víðari.

 

U21 hálvfinalur:

Leygardagin 15. juni

Spania – Noreg

Holland - Italia

Bólkur A:

1. Italia 7

2. Noreg 5

3. Ísrael 4

4. Ongland 0

Bólkur B:

1. Spania 9

2. Holland 6

3. Týskland

4. Russland

 

Spania – Holland 3-0(2-0)

1-0 Álvaro Marata, 26

2-0 Isco, 32

3-0 Alvaro Vasquez

Spania: 4-3-3

David De Gea - Daniel Carvajal, Alvaro González, Berridi Inigo Martinez, Fernandez Nacho – Sarabia, Nacho Barnola Camacho(Asier Illarramendi, 52.min), Thiago – Iker Muniaín, Isco(Alvaro Vasquez, 63.min), Álvaro Morata

Holland: 4-3-3

Marco Bizot - Kelvin Leerdam, Mike van der Hoorn, Bram Nuytinck, Patrick Van Aanholt - Jordy Clasie, Leroy Fer, Tonny de Vilhena(Adam Maher, 72.min) - Florian Jozefzoon, Danny Hoesen, Memphis Depay

 

Russland – Týskland 1-2(1-1)

1-0 Alan Dzagoev, 22

1-1 Patrick Hermann, 34

1-2 Rudy Midfield, 69 br

Reytt kort: Georgi Shchennikov, 39

Russland: 4-2-3-1

Alexander Filtsov - Ibragim Callagov, Taras Burlak, Maksim Belyaev, Georgi Shchennikov - Sergei Petrov, Roman Emelyanov(Oleg Shatov, 43.min) - Shota Bibilov, Alan Dzagoev, Denis Dmitriyevich Cheryshev(Fyodr Smolov, 77.min) - Maksim Grigorev(Pavel Yakovlev, 49.min)

Týskland: 4-3-3

Oliver Baumann - Tony Jantschke, Lasse Sobiech, Shkodran Mustafi, Stefan Thesker -

Matthias Ginter, Sebastian Rode,(Patrick Funk, 70.min) Lewis Holtby(Rudy Midfield, 46.min) - Patrick Herrmann, Kevin Volland, Christian Clemens(Sebastian Polter, 46.min)