Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar í dag saman við Sosialinum, ber til at lesa upptakt til HM-undankappingina hjá U21 landsliðnum hjá monnum.
Keyp Sosialin á netinum, við at trýsta HER
Føroyska U21 landsliðið í hondbólti hevur fingið góð úrslit í seinastuni, men nú er møguleikin á heimavølli til HM-undankapping. Liðið hevur fleiri spennandi spælarar og liðskiparin vil vísa, at hondbóltsføroyar eru í framgongd
Úr Allsvenskan til Føroyar. Les um nýggjan venjaran hjá felagsliðnum í suðri. Hann hevur royndir úr bestu deildini í Svøríki.
Nýggjárslyfti: Hallur Hansson skal læra at dansa
Fimm føroysk ítróttarfólk fortelja um 2016 og seta sær mál fyri 2017. Landsliðsmiðvallarin hevur millum annað lova damuni, at læra at dansa. Umframt honum, so verður tosað við Sáru Nysted, Torkil Veyhe, Eyðvør Klakstein og Kaj Leo í Bartalsstovu, sum øll á ymiskan hátt hava havt eitt hendingarrík ár í 2016. Tey hava eisini nógv á skránni í komandi ári.
Les eisini um mest lisnu greinarnar á In.fo. Cristiano Ronaldo setti sín dám á árið ið fór, men tað var ein øðrvísi grein um Kaj Leo í Bartalsstovu, sum bleiv mest lisin.
Les eisini um Toda Jónsson, sum flytur seg longri vekk frá fótbólti, Premier League, klummuna og stuttsøgd ítróttartíðindi.