U21-mótstøðumenn í HM-hálvfinalunum

Føroyingar kenna nakrar av HM-stjørnunum aftur frá Algeria

Tá ið føroyska U21-landsliðið í hondbólti spældi endaspæl í Algeria á sumri 2017, hittu føroysku leikararnir nakrar av fremstu hondbóltstjóðunum í heiminum. Nú hálvtannað ár seinni eru fleiri av mótstøðuleikarunum at finna í hálvfinalunum í HM.

 

Føroyar taptu eitt nú 29-23 móti Noregi, og norski toppskjúttin gjørdist Kevin Gulliksen. Hann er nú á A-landsliðnum, og kann koma í spæl í hálvfinaluni móti Týsklandi.

Á týska landsliðnum er eisini høgri bakkurin, Franz Semper, ið skeyt fýra mál móti Føroyum í Algeria.

 

Á franska liðnum eru nakrar av størstu stjørnunum leikarar, ið leiktu móti Føroyum í Algeria.

Bakketan hjá fransmonnum í Algeria var Romain Lagarde, Melvyn Richardson og Dika Mem. Allir tríggir eru at finna í franska HM-hópinum, og teir eru vorðnar sannar heimsstjørnur síðani endaspælið í Algeria.

Romain Lagarde og Melvyn Richardson vóru stjørnuleikarar hjá ávikavist Nantes og Montpellier, ið hittust í Champions League finaluni í summar, meðan Dika Mem er fastur høgri bakkur hjá Barcelona, ið telist millum favorittarnar í ár.

 

Sum føroyingar flest minnast, so trýsti føroyska U21-liðið franska liðið sera væl, og í dag er spurningurin um danir fara at koppa fraklendingum.

 

Dysturin Danmark - Frakland byrjar klokkan 16.30

Dysturin Týskland - Noreg byrjar klokkan 19.30

 

Frakland spælir móti Danmark í dag klokkan