Eli Hentze og Hegga Samuelsen, venjarar hjá U21-landsliðnum, hava nú sett liðið til dystin mót Litava, sum verður á Tórsvølli klokkan 17. Millum annað er toppskjúttin í føroyskum fótbólti við frá byrjan. Hann spælir í løtuni ikki útidystirnar, men nú vit eru á Tórsvølli, so er hann á sínum vanliga høgra vongi, har hann hevur skotið 19 mál í ár fyri HB.
Hoyr FM1 á netinum við at trýsta HER
Erlendur Magnusson gav avboð til dystin, eftir at hann fekk trupulleikar við knænum, tá B36 spældi í Sarpugerði móti Víkingi. Hartil verður Eli Hentze, venjari, ikki á bonkinum. Hann fekk bann eftir javnleikin í Póllandi seinast.
Føroyar spældu fyrsta dystin í hesi undankappingini móti júst Litava. Tá vunnu teir 3-0, men vónirnar til dystin í dag eru væl betri. Føroyska liðið hevur síðani tann dystin fingið seks stig, meðan litavar bara hava fingið eitt stig.
Í mál verður Karstin Hansen (Skála). Í verjuni verða tað Ari Olsen (Skála), Bjarni Petersen (B36), Bartal Wardum (HB) og Jóannes Danielsen (KÍ). Á miðvøllinum verða Betuel Hansen (NSÍ), Jákup B. Andreasen (KÍ) og Jóannes Bjartalíð (KÍ). Á vengrunum eru Adrian Justinussen (HB) og Meinhard E. Olsen (B36). Í álopinum verður Jákup L. Thomsen (FH).
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum, sum byrjar klokkan 17. Jákup á Borg verður viðmerkjari og byrjað verður at send eftir tíðindini klokkan 16.