U21-landsliðið tapti stórt

Føroysku hetjurnar hingu leingi í serbum, men at enda skrædnaði og Serbia vann stórsigur.

Føroyska U21-manslandsliðið í hondbólti, sum í gjár fekk frálíkan 21-21-javnleik ímóti Grikkalandi, var aftur í dag í dysti í HM-undankappingini, sum verður spæld í grikska býnum Nea Kios.


Mótstøuliðið í dag var Serbia, ið er mett at vera eitt sterkari lið enn Grikkaland. Serbia vann sær skjótt eina rímiliga leiðslu, sum teir megnaðu at halda allan fyrra hálvleik. Tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin, var støðan 9-6 til Serbia, og teir sluppu eisini til hálvleiks á odda 14-10.


Í seinna hálvleiki eydnaðist tað føroyingum at minka um munin niður í tvey mál. Støðan var tá 17-15 til Serbia, men við støðuna 20-17 gjørdu serbarnir eitt hál og komu á odda 25-17. Hesin munurin bara øktist, og Serbia vann at enda dystin 34-21.


Hetta var seinasti dysturin í hesi HM-undankappingini, og hóast Føroyar ikki megnaðu at spæla seg víðari, so má javnleikurin ímóti Grikkalandi sigast at vera eitt bragd og fer í søgubøkurnar.


Málskjúttar: Rói Berg Hansen 6, Áki Egilsnes 3, Allan Norðberg 3, Eirikur Simonsen 2, Helgi Hoydal 2, Julian Olsen 2, Kjartan Johansen 2, Pætur Thomsen 1