U21-landsliðið sleppur kortini til HM-endaspælið

Eitt avboð greiðir gøtuna fyri okkara U21-landslið

Mynd: HSF

HSF skrivar: - U21-menn skulu til HM

 

Eitt avboð ger, at føroysku U21-mennirnir nú allíkavæl skulu til HM-endaspælið í Póllandi í summar. Okkara vóru júst ov stuttir í EM-endaspælinum í summar at tryggja sær HM-pláss, men hava nú allíkavæl fingið eitt pláss, tá umboðið úr Oceania, Ný Sæland, hevur givið avboð.

 

Lutakastið hevur longu verið, og síggja bólkarnir soleiðis út:

 

Bólkur A: Noreg, Póland, Slovenia, Uruguay

Bólkur B: Eysturríki, Ungarn, Argentina, Brasil

Bólkur C: Svøríki, Japan, Suðurkorea, USA

Bólkur D: Portugal, Kroatia, Algeria, IHF Trophy vinnarin

Bólkur E: Danmark, Frakland, Marokko, Meksiko

Bólkur F: Ísland, Norðurmakedonia, Rumenia, Føroyar

Bólkur G: Týskland, Tunesia, Serbia, Sveis

Bólkur H: Spania, Egyptaland, Bahrain, Saudi Arabia

 

Mótstøðuliðini hjá Føroyum endaði soleiðis til EM-endaspælið í 2024, Ísland nr. 7, Norðurmakedonia nr. 9 og Rumenia nr. 16. Føroyar blivur tá nr. 18 av teimum 24 luttakandi londunum.

 

HM verður leikt í fýra býum í Póllandi, Plock, Sosnowiec, Katowice og Kielce dagarnar 18. juni – 29. juni.

 

Mynd: HSF