U21 landsliðið líkist sær sjálvum

Alt bendir á, at tað verða teir somu ellivu, ið byrjaði inni móti í 2-2 javnleikinum móti Rumenia, sum byrja inni í kvøld móti Írlandi.

 

Føroyska U21 landsliðið skal í kvøld spæla móti Írlandi í EM undankappingini fyri U21 landslið. Allir ellivu, sum byrjaði inni í flotta 2-2 javnleikinum móti Rumenia fyrr í summar eru tøkir. Tí er líkt til, at teir ellivu, sum byrja inni verða hesir:

 

Føroyar U21: (4-2-3-1)

Kristian Joensen – Bárður Hansen, Hørður Askham, Sonni Ragnar Nattestad, René Shaki Joensen – Rógvi Joensen, Bogi Reinert Petersen – Árni Frederiksberg, Ari Ó. Ellingsgaard, Gilli Sørensen – Gunnar Zachariasen

 

 

Hinir í hópinum eru Hallgrím Gregersen, Andras Brixen Vágsheyg, Pál Mohr Joensen, Beinir Ellefsen, Eli F. Nielsen, Ivan Joensen og Pól Ingason.

 

Dysturin móti Írlandi byrjar klokkan 19.00 á Svangaskarði. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum. Byrjað verður at senda aftaná tíðindini klokkan 17.