U21-landsliðið hevur enn ikki tapt ein dyst í Klaksvík

Í kvøld verður vøllurin við Djúpumýru á fjórða sinni heimavøllurin hjá føroyska U21-landsliðnum í einum EM-undankappingardysti

Í kvøld klokkan 18 spæla U21-landsliðni hjá Føroyum og Kroatia EM-undankappingardyst við Djúpumýru í Klaksvík.

 

Ígjár ljóðaði, at tað var gott og væl útselt til dystin.

 

Til ber at hoyra beinleiðis frásøgn á FM1 ella at síggja dystin á Rás1 hjá Televarpinum. 

 

Hetta verður fjórðu ferð, at vøllurin við Djúpumýru verður heimavøllur í einum EM-undankappingardysti hjá føroyska U21-landsliðnum.

 

Føroyska U21-landsliðið hevur enn ikki tapt ein dyst á vøllinum, men hevur hinvegin heldur ikki vunnið ein dyst við Djúpumýru. Allir tríggir dystirnir hjá U21-landsliðnum á vøllinum við Djúpumýru eru endaðir við javnleiki.

 

Føroyar-Norðurmakedonia 1-1 (1-0) - 7. oktober 2021

 

1-0 Andrass Johansen (8.)

 

1-1 Marko Gjorgjievsk (55.)

 

Føroyar-Serbia 1-1 (0-0) - 7.  juni 2022

 

1-0 Jørgen Nielsen (55.)

 

1-1 Stefan Mitrovic (77.)

 

Føroyar-Andorra 2-2 (1-1) - 16. juni 2023

 

1-0 Jørgen Nielsen (13.)

 

1-1 Gerard Sola Garcia (22.)

 

1-2 Aron Tapia (58.)

 

2-2 Gutti Dahl Olsen (74.) - 16. juni 2023

 

Kelda: FaroeSoccer

 

Javnleikirnir móti Norðurmakedonia og Serbia standa sum tvey framúr góð úrslit, meðan javnleikurin móti Andorra í fyrstu atløgu stendur sum eitt minni gott úrslit. Tó er vert at hava í huga, at Andorra hevur megnað tveir javnleikir móti Belarus í undankappingini.

 

Ein javnleikur ímóti Kroatia í kvøld hevði verið eitt framúr gott úrslit.