Fyri løtu síðani varð U21 landsliðið hjá monnum í hondbólti heiðrað á móttøku í Miðlahúsinum í Vágsbotni.
Tróndur Arge og Rás2 hava gjørt sítt til at føroyingar hava kunnað fylgt við landslinum í kappingini í Algeria – og fólk vóru á einum máli um, at uttan innsatsin hjá Rás2, so høvdu føroyingar ikki verið tað upplivilsi ríkari.
Á móttøkuni vóru talur frá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, frá Árna Ellefsen, stjóra í BankNordik, frá Anniku Olsen, borgarstjóra í Havn, frá Árna Olsen, marknaðarleiðara í Atlantsflog, frá Gunn Ellefsen, forkvinnu í Honbóltssambandinum og frá Annu Dam, sum forkvinnu í H71 og umboð fyri foreldur.










