Tað verður ein kenningur hjá Víkingi, ið fer at døma U21 EM-undankappingardystin millum Føroyar og Kroatia við Djúpumýru í Klaksvík í annaðkvøld klokkan 18.
28 ára gamli, Jérémy Muller úr Luksemborg dømdi fyrra dystin millum Inter D´Escaldes og Víking niðri í Andorra. Inter D´Escaldes vann dystin 2-1.
Jérémy Muller hevur ikki tær nógvu altjóða royndirnar. Hann hevur bara dømt tveir dystir í evropeiskum kappingum fyri felagslið, harav annar dysturin var dysturin hjá Víkingi.
Tá tað kemur til landsdystir, so verður dysturin við Djúpumýru í annaðkvøld fyrsti U21-landsdysturin Jérémy Muller dømir. Áður hevur Jérémy Muller dømt tveir U17-landsdystir.
Jérémy Muller hevur verið fjórði dómari til aðrar 11 altjóða dystir áðrenn hann slapp framat sum høvuðsdómari. So altjóða royndirnar sum høvuðsdómari eru avmarkaðar.
Jérémy Muller hevur dømt onkrar dystir í fjórðbestu deildini í Týsklandi, men tað kann neyvan roknast sum altjóða royndir.
Tað er so ofta, at teir minnu royndu dómararnir døma dystir í Føroyum, so tað eigur ikki at koma sum ein skelkur, at tað eisini er tilfeldið hesaferð.
Føroyar - Kroatia | Bólkur G
Dómari: Jérémy Muller LUX
Hjálpardómari 1: Claude Ries LUX
Hjálpardómari 2: Rafael Coelho Morim LUX
Fjórði dómari: Cédric Biever LUX
UEFA dómaraeygleiaðari: Kevin Parry WAL
UEFA umboð: Markku Lehtola FIN