U21 landsliðið fær eisini stuðul frá "Skansanum"

Skipað verður fyri upphiting í niðaru hædd í B36-húsinum frá klokkan 16 í morgin

Í morgin klokkan 17.30 skal føroyska U21 landsliðið í holt við sína higartil størstu uppgávu í EM-undankappingini, tá teir taka ímóti bólkafavorittunum, Týsklandi.

 

Óføru fjeppararnir hjá "Skansanum" ætla ikki, at okkara ungu landsleikarar skulu verða við sviðið soð, tá talan er um stuðul uttanfyri vøllin.

 

"Skansin" boðar frá í tíðindaskrivi, at upphiting til dystin verður í niðastu hæddini av B36 húsinum frá kl. 16, har Føroya Bjór bjóðar okkurt drekkandi til bæði børn og vaksin. Andlitsmáling og merchandise søla er á skránni og til børnini verður reikað við  borðfótbólti og FIFA14.

 

Til ber at keypa atgongumerki á fsf.fo. Tað kostar 80 krónur fyri vaksin, og 40 krónur fyri børn. 

 

Rás2 sigur frá dystinum. Sendingin byrjar við upptakt frá klokkan 17.30. Til ber eisini at fylgja dystinum her á in.fo.

 

(Mynd: fsf.fo)