U21-landsliðið móti Danmark úttikið

Bill M. Jacobsen og Heðin Askham hava úttikið U21-landsliðið, sum um tvær vikur tekur ímóti Danmark á Ovara Vølli í Gundadali

 

Mikudagin 15. august, klokkan 19:00, spælir føroyska U21-landsliðið seinasta dystin í hesari undankappingini. Dysturin er ímóti Danmark, og verður spældur á Ovara Vølli í Gundadali. Venjararnir Bill M. Jacobsen og Heðin Askham hava úttikið 22 leikarar til dystin ímóti dønum, skrivar heimasíðan hjá fótbóltssambandinum.

 

Hópurin:

 

Málverjar:

Teitur Gestsson, HB

Hans Jørgensen, B68

 

Verjuleikarar:

Viljormur Davidsen, NSÍ

Erling D. Jacobsen, Víkingur

Rógvi S. Holm, HB

Høgni Eysturoy, B36

Jan Ellingsgaard, ÍF

Bárður Hansen, Víkingur

Sørmundur Á. Kalsø, KÍ

Gustav Sørensen, Næstved (DK)

 

Miðvallarar:

Karl Løkin, ÍF

Róaldur Jakobsen, B36

Heini Vatnsdal, FC Suðuroy

Andre Olsen, B68

Árni Frederiksberg, NSÍ

 

Framherjar:

Gilli Sørensen, TB

Dánjal á Lakjuni, ÍF

Páll Klettskarð, KÍ

Klæmint A. Olsen, NSÍ

Kaj Leo í Bartalstovu, Víkingur

Dánjal Rói Olsen, B36

Gunnar Zachariassen, B36

 

Fýra leikarar eru úttikinir hesuferð, sum ongantíð áður hava umboðað føroyska U21-landsliðið. Teir eru Dánjal Rói Olsen, B36, Bárður Hansen, Víkingur, Árni Frederiksberg, NSÍ og Gustav Sørensen, ið til dagliga spælir við danska felagnum Næstved. Millum teir, ið ikki eru at síggja á liðnum eru málverjin Kristian Joensen og Brøndby leikarin, René Shaki Joensen, Jóan Símun Edmundsson og Hallur Hansson. A-landsliðið verður úttikið mánadagin til venjingardystin móti Íslandi. Tað kundi bent á at hesir verða at síggja í tí hópinum.