TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var gjørd við U21 landsliðsvenjaran, Bill McLeod Jacobsen fyrr í kvøld.
U21 landsliðið er í Eysturríki, og í morgin klokkan 17 spælir U21 landsliðið EM-undankappingardyst ímóti Eysturríki á Austria Arena í eysturríkska høvuðsstaðnum Wien. Eysturríki hevur 12 stig fyri fimm dystir, og hevur bert tapt ímóti Týsklandi í kappingini higartil.
Hóast føroyska liðið vísti gott spæl, og kom til nógvar málmøguleikar í 1-4 tapinum ímóti Týsklandi skírisdag er Bill McLeod Jacobsen langt frá nøgdur. Hann heldur, at talan kundi verið um eitt enn betri avrik.
Og hann og U21 spælararnir eru vónríkir um eitt gott avrik ímóti Eysturríki í morgin. Givið er, at onkrar broytingar mugu til, tí Sonni Ragnar Nattestad var við A-landsliðnum í Spania at spæla ímóti Liktinstein. Væntandi verður føroyska liðið ímóti Eysturríki kunngjørt klokkan 15 seinnapartin í morgin.