U21-Landsliðið: Hesa ferð er Edmundsson við

Sámal Erik Hentze hevur úttikið U21-landsliðið, sum skal spæla móti Spania og Kasakstan á útivølli

Sámal Erik Hentze hevur í dag úttikið U21-landsliðið, sum skal spæla móti Spania og Kasakstan á útivølli ávikavist hósdagin 12. novembur og týsdagin 17. novembur.

Millum spælararnar eru Andrian Justinussen, Daniel Johansen og Jákup B. Andreasen, sum allir hava verið úttiknir til A-landsliðið. Nýggjur á liðnum er Andrias Edmundsson, sum ikki hevur verið við vegna koronareglugerðir í Spania. Hann spælir við Aguilas FC í Spania.

Ein spælari, sum ikki er við, er Magnus H. Jacobsen. 20 ára gamli miðvallarin hjá B36 er úttikin til A-landsliðið. Sámal Erik Hentze segði á tíðindafundinum, at hann fegnast um at spælarar koma frá U21-landsliðnum til A-landsliðið, tí tað vísur spælarunum, at um teir spæla væl, so hyggur landsliðsvenjarin.

Hópurin:

Rói M. Hentze, B36

Rói Zachariassen, EB/Streymur

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Ólavur Niclasen, KÍ

Ari Olsen, Víkingur

Andrias Edmundsson, Aguilas FC

Samuel Johansen Chukwudi, HB

Arnbjørn Svensson, Víkingur

Andri Benjaminsen, B68

Hanus Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)

Daniel Johansen, HB

Hjalti Kárason Djurhuus, EB/Streymur

Jákup B. Andreasen, KÍ

Ragnar Samuelsen, B36

Lukas Giessing, AB (Danmark)

Hannes Agnarsson, B36

Stefan Radosavljevic, B36

Petur Knudsen, NSÍ

Pætur Petersen, HB

Adrian Justinussen, HB

Jonn Johannesen, KÍ