U21 landsliðið í hondbólti, sum er í Algeria til HM endaspælið, ger nú eina av trimum møguligum útskiftingum. Vilhelm Poulsen úr H71 verður innkallur og avloysir høgra vongin, Pætur Thomsen, somuleiðis úr H71.
Les eisini: Lættur tóni á U21 landsliðnum
Orsøkin er, at Pætur Thomsen stríðist við eina fibur. Tað ger, at hann ikki klárar at spæla fleiri dystir upp í slag. Tí verður Vilhelm Poulsen, sum er høgri bakkur, men eisini kann spæla høgri vongur, limaður í hópin til dystin móti Norg.
Fyribils er talan um fyrstu útskiftingina av trimum. Pætur Thomsen verður verandi í Algeria saman við hópinum og spælir væntandi aftur seinni í kappingini.
- Tað er ein roynd at verja okkara vinstrahentu spælarar. Vilhelm Poulsen er vinstrahentur og kemur inn til dystin móti Noreg. Vit spæla við Pæturi Thomsen eftir førimunin í morgin móti Suðurkorea, sigur Sonni Larsen, venjari hjá H71.
Pætur stuðlar Vilhelmi
Pætur Thomsen hevur drigist við eina fibur í eina tíð, men bleiv klárur til dystin móti Kili. Tó stendur so nógv á, at hann ikki klárar at spæla fleiri dystir upp í slag.
- Eg eri vónbrotin av støðuni, men eg skilji avgerðina hjá venjaratoyminum og haldi eisini, at tað er tað besta fyri liðið. Eg spæli til dagligt saman við Vilhelmi Poulsen í H71, og stuðli honum hundrað prosent, sigur Pætur Thomsen.
Føroyar spæla í morgin móti Suðurkora. Dysturin byrjar klokkan 20 og Rás2 sigur frá.










