U21: Klárir at møta Russlandi

Fyrrapartin mikudagin hevði føroyska U21-landsliðið seinastu venjingina áðrenn undankappingardystin ímóti Russlandi, sum verður á Svangaskarði hósdagin klokkan 18.

 

Les eisini: KÍ'ari út - KÍ'ari inn

 

Fyrireikingarnar hjá U21-landsliðnum til dystirnar ímóti Russkandi, sum verður á Svangaskarði hósdagin 1. september klokkan 18:00, og á útivølli ímóti Aserbadjan týsdagin 6. september, hava gingið væl.

 

Aftaná seinastu venjingina, áðrenn dystin móti russum, fekk FSF Varpið orðið á Hørð Askham, Hákun Edmundsson og venjaran, Bill McLeod Jacobsen.

 

Les eisini: Elias brotið fingurin

 

Rás2 sigur beinleiðis frá U21 landsdystinum millum Føroyar og Russland, sum verður í annaðkvøld klokkan 18. Rás2 byrjar at senda eftir tíðindini klokkan 17.