Ísland hevur gjørt enn ein vørr í altjóða hondbólti, sum teir hava gjørt so javnan millum ár og dag.
Seinnapartin eydnaðist íslendska U21-manslandsliðnum at vinna seg í hálvfinalurnar í HM-endaspælinum.
Í Max Schmelling høllini í Berlin vann Ísland 32-28 á Portugal.
Portugal var á odda 14-12 í steðginum, men í seinna hálvleiki lá munandi betri fyri hjá íslendingum.
Liðini fylgdust til støðuna 23-23. Brynjar Vignir Sigurjónsson í íslendska málinum fann tá stórspælið fram, og tað gjørdi góðan mun seinastu løtuna, har íslendingar vóru omaná.
Þorsteinn Leó Gunnarsson hjá Íslandi skoraði heili 11 mál í dag. Seinast Ísland var í einari U21 HM-hálvfinalu var í 1993.
Ísland spælir leygardagin klokkan 17 HM-hálvfinalu móti antin Ungarn ella Kroatia.
##med2##
Ísland-Portugal 32-28 (12-14)
Ísland: Þorsteinn Leó Gunnarsson 11, Andri Már Rúnarsson 5, Benedik Gunnar Óskarsson 4/3, Símon Michael Guðjónsson 4, Arnór Viðarsson 2, Jóhannes Berg Andrason 2, Tryggvi Þórisson 2, Einar Bragi Aðalsteinsson 1, Stefán Orri Arnaldson 1.
Bjargingar: Brynjar Vignir Sigurjónsson 8, 38% – Adam Thorstensen 5, 26%.
Portugal : André Sousa 6, Ricardo Brandao 5, Pedro Oliveira 5, Vasco Costa 5, Joao Gomes 5, Nuno Queiros 1, Bernardo Pegas 1.