Tað er hálvleikur í HM-endaspælsdystinum um sjeynda plássið í Max Schmelling høllini í Berlin.
Føroyar eru í steðginum á odda 16-14 móti Kroatia. Føroyar hava skorað upp á 70 prosent av málmøguleikunum.
Aleksandar Lakoc hevur vart føroyska málið í dag, og hann hevur bjargað 28 prosent av málroyndunum higartil.
Pauli Jacobsen, Hákun West av Teigum, Ísak Vedelsbøl og Pauli Mittún hava ikki verið at sæð á vøllinum, og Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur bert verið inni at taka eitt brotskast, ið hann setti í netið.
Men teir sum eru komnir á vøllin hava eins og í dystinum í millumumfarinum móti Portugal traðka til, og hava gjørt tað væl.
Málskjúttar: Rói Ellefsen á Skipagøtu 3/4, Bjarni í Selvindi 3/5, Kristian Jensen 2/2, Pauli Høj 2/2, Kristoffur Bjørgvin 2/3, Ovi Lützen 1/1, Elias Ellefsen á Skipagøtu 1/1, Bogi Hansen 1/4.