U21: Hesir byrja ímóti Týsklandi

Beinir Ellefsen, Andras Brixen Vágsheyg og Ivan Joensen eru nýggir á liðnum í mun til liðið móti Írlandi.

Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham, ið standa á odda fyri føroyska U21-landsliðnum, hava sett navn á teir fyrstu ellivu, sum í kvøld kl. 19:45 byrja á føroyska liðnum í U21-landsdystinum móti Týsklandi.

 

Teitur M. Gestsson verður í málinum, og í verjuni verða Bárður Hansen, Andras Brixen Vágsheyg, Hørður Askham og Beinir Ellefsen.

 

Á verjukenda miðvøllinum verða Rógvi Joensen og Bogi Reinert Petersen, og nakað frammanfyri teir verða Ari Ellingsgaard, Ivan Joensen og Gilli Sørensen.

 

Frammi í føroyska álopinum verður Gunnar Zachariassen.

 

Í mun til seinasta dyst hjá føroyska U21-landsliðnum, sum var ímóti Írlandi, hava venjararnir av ymiskum orsøkum verið noyddir at gjørt fimm broytingar á liðnum, nú Týskland vitjar í Føroyum.

 

U21-undankappingardysturin millum Føroyar og Týskland á Tórsvølli byrjar kl. 19:45. Atgongumerkjakostnaðurin er einans 50 krónur.

Føroyska liðið:(4-3-2-1)

Teitur M. Gestsson - Bárður Hansen, Andras Brixen Vágsheyg, Hørður Askham, Beinir Ellefsen - Ivan Joensen, Rógvi Jonesen, Bogi R. Petersen - Ari Ó. Ellingsgaard, Gilli Sørensen - Gunnar Zachariasen.