Í dag byrjar finaluumfarið í kappingini um steypið í IHF Trophy-kappingini, ið er ein altjóða hondbóltskapping, sum føroyska U21-landsliðið í manshondbólti hevur vunnið sær luttøku í.
Kappingin verður spæld í Bulgaria. Ferðalagið úr Føroyum, ið telur 14 leikarar, venjarar og sikkurt nøkur fólk afturat, fór av landinum í gjár og settu leiðina ímóti Gabrovo í Bulgaria, har teir eru nú. Hetta kunnger hondbóltssambandið á Facebook-síðu sínari.
Kappingin byrjar í dag, men føroysku dreingirnir sleppa undan at renna og sveitta í kvøld. Fimm lið luttaka í kappingini, og tí er tað altíð eitt lið, sum leypur av, tá ið ein runda verður spæld. Fyrsta landsliðið, ið hevur frí, er føroyska landsliðið.
Fyrsti dysturin hjá Føroyum er í morgin ímóti Kolumbia klokkan 16 føroyska tíð.
- Vónirnar eru góðar til í morgin. Vit kenna lítið til mótstøðuliðið, Kolumbia, men teir spæla í dag, og tískil vita vit eitt sindur meira um teir, tá ið vit seinni í kvøld fara at síggja sjónbandaupptøkur av teirra dysti, sigur Rói Berg Hansen í viðmerking við in.fo. Rói er ein av leikarunum, ið kunnu vænta at spæla fast inni ígjøgnum kappingina. Hann spælir á vinstra vongi.
Allir dystir í kappingini verða stroymaðir á hesum leinkinum. Trýst HER.










