Italia vann 1-0 á Onglandi, meðan Noreg fekk eitt stig í evstu løtu í EM endaspælinum fyri U21 landslið.
U21 EM endaspælið byrjaði í dag í Ísrael. Átta lið hava vunnið seg í endaspælið. Í bólki A eru Noreg, Ísrael, Ongland og Italia, meðan Spania, Týskland, Holland og Russland eru í bólki B.
Einki mál kom í fyrra hálvleiki millum Ongland og Italia. Italiumenn áttu eitt brotsspark, tá Liverpool verjuspælarin, Jack Robinson, feldi italskan álopsspælara, men dómarin valdi ikki at døma. Tíðliga í seinna hálvleik vóru onglendingar ónøgdir, tá teir fingu bóltin í málið eftir hornaspark, men dómarin bríkslaði fyri frísparki.
Tólv minuttir fyri tíð kom hol á. Italiumenn vildu hava brotsspark, tá Nathaniel Clyne feldi innskifta Manolo Gabbiadini á brotsteigarmarkinum. Dómarin bríkslaði fyri frísparki og tað var líka frætt, tí Lorenzo Insigne sendi tað upp um manngarðin og beint í málið. Tað gjørdist eisini endaliga úrslitið. Ongland megnaði ongantíð at trýsta italska liðið.
Í hinum dystinum eydnaðist tað Noreg at fáa eitt stig móti Írsael, eftir at Ísrael var á odda 2-1 inn í yvirtíðina, og var ein spælara í yvirtal allan seinna hálvleiki. Ísrael legði seg á odda við brotssparki, sum norsku spælararnar helst munnu halda var nakað bíligt. Tað var reyða kortið møguliga eisini, tá Veger Eggen Hedenstad sambært dómaranum brúkti neyðbremsuna. Helst datt framherjin nakað lætt.
Italia liggur fremst í bólki A við trimum stigum, meðan Ísrael og Noreg hava eitt stig í part. Ongland er aftast við ongum stigi. Í morgin verða tveir dystir í bólki B. Spania tekur móti Russlandi klokkan 17.00, og klokkan 19.30 spæla Holland og Týskland.
Ongland Italia (0-0)
0-1 Lorenzo Insigne, 79
Ongland: 4-2-3-1
Jack Butland Nathaniel Clyne, Steven Caulker, Craig Dawson, Jack Robinson Jason Lowe, Jordan Henderson Nathan Redmond, Jonjo Shelvey(Josh McEachran, 75.min), Marvin Sordell(Nathaniel Chalobah, 65.min) Connor Wickham(Nathan Delfouneso, 82.min)
Italia: 4-4-2
Francesco Bardi Giulio Donati, Matteo Bianchetti, Luca Caldirola, Cristiano Biraghi Alessandro Florenzi, Luca Marrone(Fausto Rossi, 87.min), Marco Verratti, Lorenzo Insigne Ciro Immobile(Manolo Gabbiadini, 60.min) Fabio Borini(Mattia Dresto, 78.min)
Ísrael Noreg 2-2(1-1)
1-0 Nir Biton, 16 br
1-1 Marcus Pedersen, 24
2-1 Alon Turgeman, 71
2-2 Harmet Singh, 90+1
Ísrael: 4-4-2
Boris Klaiman Elazar Dasa, Edi Gotlib, Omir Ben Haroush, Talb Tawaatha Mohammed Kalibat, Marouan Kabah(Ofir Kriaf, 38.min), Nir Biton(Yisrael Zaguri, 74.min), Eyal Golsa Munas Dabbur, Or Baroch(Alon Turgeman, 57.min)
Noreg: 4-3-3
Orjan Haskjold Nyland Omar Elabdellaoui, Fredrik Berge, Stefan Strandberg, Vegar Eggen Hedenstad Magnus Eikrem, Stefan Johansen, Anders Konradsen(Hamet Singh, 76.min) Yann-Erik de Lanlay(Martin Linnes, 45.min), Marcus Pedersen, Jo Inge Berget(Havard Nielsen, 76.min)
Bólkur A:
1. Italia 3
2. Ísrael 1
3. Noreg 1
4. Ongland 0
Mynd: Málskjúttin hjá Italia, Lorenzo Insigne(t.v), og liðskiparin hjá Onglandi, Jordan Henderson.