U21: Dan avloysir Jákup

HB-ari skal avloysa skaddan KÍ-ara á U21-landsliðnum.

Næsta fríggjadag spælir føroyska U21-landsliðið sætta dystin í hesari EM-undankappingini. Á skránni er útidystur ímóti Georgia, sum Føroyar vunnu 3-1 ímóti á Tórsvølli í oktobur í fjør.


Upprunaliga skuldi KÍ-miðvallarin, Jákup B. Andreasen, vera við á ferðini, men hann hevur nú givið avboð vegna skaða. Í hansara stað hevur U21-landsliðsvenjarin, Eli Hentze, sent boð eftir Dan í Soylu.


21 ára gamli Dan í Soylu er júst skiftur til HB, men hann er uppvaksin í B71 og hevur haruafturat eisini umboðað AB (2014-2016) og EB/Streym (2017).