U21 byrjar á heimavølli

Soleiðis liggja U21 landsdystirnir móti Týsklandi, Russlandi, Finnlandi, Aserbadjan og Eysturríki

Lutakast um, hvussu spælast skal í komandi EM-undankapping fyri U21-landslið hevur verið í dag. Føroyar komu í bólk 7 saman við Týsklandi, Russlandi, Finnlandi, Aserbaijan og Eysturríki

 

Nú er greitt hvørjum føroyska U21-landsliðið skal spæla ímóti, í komandi EM-undankapping. Føroyar eru í bólki 7, saman við Týsklandi, Russlandi, Finnlandi, Aserbaijan og Eysturríki. Fyrsti dystur verður á heimavølli 15. juni í ár, tá Aserbaijan kemur á vitjan í Føroyum

 

- Hetta bleiv ein spennandi, men samstundis avbjóðandi bólkur fyri okkum. Vit hava fyrr vunnið ímóti Russlandi og Aserbaijan, og hava eisini staðið okkum væl ímóti Týsklandi, so eg havi góðar vónir, sigur Bill McLeod Jacobsen, høvuðsvenjari hjá U21-landsliðnum, við FSF.fo.

 

Beint eftir at lutakastið var avgreitt, settu londini seg saman at samráðast um leikskránna, og endin bleiv, at føroyska liðið spælir fýra dystir í ár, og seks dystir í 2016.

 

- Tað vísir seg oftani, at føroyska liðið stendur seg betur seinna árið í einari undankapping, og tí løgdu vit okkum eftir at spæla fleiri dystir í 2016. Somuleiðis royndu vit at sleppa undan at spæla dystir við ov stuttum millumbilum, og tað hepnaðist eisini væl. So nu eru vit spentir at fara í gongd, sigur Bill McLeod Jacobsen við heimasíðuna hjá fótbóltssambandinum.

 

Leikskráin:

15-06-2015 Føroyar-Aserbaijan

08-09-2015 Finnland-Føroyar

13-10-2015 Føroyar-Týskland

12-11-2015 Russland-Føroyar

 

2016:

25-03-2016 Týskland-Føroyar

29-03-2016 Eysturríki-Føroyar

02-06-2016 Føroyar-Finnland

01-09-2016 Føroyar-Russland

06-09-2016 Aserbaijan-Føroyar

07-10-2016 Føroyar-Eysturríki

 

- Komandi vetur fara vit at venja miðvíst fram ímóti dystunum, ið skulu spælast í mars, so U21-leikararnar koma at vera í gongd alt árið, sigur Bill McLeod Jacobsen at enda úr Nyon í Sveis, har lutakastið hevur verið.

 

EM-endaspælið fyri U21-landslið verður í Póllandi í 2017.