Gestur í FSF Varpinum hesaferð er U21-landsliðsvenjarin, Bill McLeod Jacobsen. Tosað verður um U21-landsliðið, sum í næstum skal spæla tveir EM-undankappingardystir, og 21. umfar í EFFO-deildini
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja FSF-Varpið
Týsdagin almannakunngjørdi Bill McLeod Jacobsen, U21-landsliðsvenjari, føroyska hópin til dystirnar ímoti Russlandi og Aserbadjan, sum í næstum verða á Svangaskarðu á Toftum og í Baku í Aserbadjan. Dystirnir vera ávikavist 1. og 6. september.
Í FSF Varpinum greiðir Bill M. Jacobsen frá úttøkuni og vónunum fyri komandi tveir dystirnir.
Les eisini: U21 landsliðið úttikið
Bill McLeod Jacobsen metur eisini um 21. umfar í EFFO-deildini, sum verður um vikuskiftið.
Effo-deildin 21. umfar:
NSÍ – HB (15.00)
B36 – ÍF (15.00)
KÍ – TB (15.00)
Víkingur – Skála (15.00)
AB – B68 (17.15)