U20 móti VÍF

Í kvøld spælir føroyska U20-landsliðið hjá monnum venjingardyst móti VÍF

 

 

Dysturin, sum verður spældur á Hálsi í Havn, byrjar klokkan 20.15, er hetta liður í fyrireikingunum hjá U20 til EM-undandystirnar í Ísrael í apríl mánaði.

 

U20-landsliðið hevur havt fleiri venjingar millum jól og nýggjár, har spælararnir, sum búgva uttanlands, eisini hava luttikið.