U20 manslandsliðið misti á stokkinum

Føroyar vóru á odda 2-1 í settum, men taptu 2-3 ímóti Skotlandi í U20 EM-kappingini fyri smátjóðir

Føroyska U20 manslandsliðið í flogbólti tapti fyri løtu síðani tepurt 2-3 ímóti Skotlandi í EM-kappingini fyri smátjóðir.

 

Føroyska U20 manslandsliðið var á odda 2-1 í settum, men tað bar ikki á mál. Tað gjørdi tað ikki frægari, at Hákun Heinason Weihe bleiv skaddur í fimta og avgerandi settinum. Føroyar vóru á odda 11-9 tá Hákun bleiv skaddur, og tað kom illa við hjá føroyska liðnum. 

 

Settmunurin í dystinum var 25-19, 21-25, 25-20, 21-15 og 13-15.

 

Fyrr í dag vann Luksemborg 3-1 á Íslandi (24-26, 25-15, 25-16 og 25-23)

 

Ígjár vann Luksemborg 3-1 á Skotlandi, og Føroyar vunnu 3-1 á Íslandi

 

Luksemborg hevur seks stig, Føroyar hava fýra stig, Skotland hevur trý stig og Ísland hevur einki stig.

 

Skulu Føroyar vinna EM fyri smátjóðir krevur tað ein 3-1 ella 3-0 sigur yvir Luksemborg í morgin. Tann dysturin byrjar klokkan 17 í høllini á Hálsi. Óli G. Samuelsen sigur beinleiðis frá dystinum á Rás2.

 

Ísland og Skotland spæla klokkan 14 í morgin.