U20: Føroyar móti Ísrael

Í dag klokkan 12.30 føroyska tíð spæla Føroyar og Ísrael í býnum Rishon LeZion

Í dag klokkan 12.30 føroyska tíð spæla Føroyar og Ísrael í býnum Rishon LeZion. Ísraelar hava eitt gott lið, sum spælir góðan og skjótan hondbólt. Teir dekka langt frammi og renna frá dystarbyrjan til dystarenda.

 

Føroyska liðið hevur fyrireikað seg væl til skjótu ísraelarnar. Í gjár hugdi liðið eftir upptøkum, og í morgun hevur toymið verið og kannað høllina og umstøðurnar, skrivar hsf.fo

 

Dystargongdin kann fylgjast her: http://ticker.ehf.eu/