U20 EM: Vunnu á Sveis eftir tógvið stríð

Málskjótingin steðgaði upp hjá føroyska U20-manslandsliðnum í seinna hálvleiki

Mynd: HSF

Aftaná fyrra hálvleik í fyrsta dystinum í innleiðandi bólki C í U20-EM endaspælinum í Slovenia sá tað ógvuliga gott út.

 

Føroyar vóru á odda 21-15 í stegðinum, men í seinna hálvleiki steðgaði málskjótingin upp.

 

Tað eydnaðist aftaná tógvið stríð at vinna 30-29. Sveis javnaði til 29-29, men lukkutíð skoraði Trúgvi Hávardsson sigursmálið til 30-29, og Føroyar fingu tvey sera týdningarmikil stig.

 

Torstein Sivertsen stóð sera væl í málinum, og hann bjargaði 42,31 prosent av málroyndunum, ið sveisarar høvdu ímóti málinum hjá honum. 

 

Føroyar skoraðu upp á 30 av 50 málmøguleikum, meðan Sveis skoraði upp á 29 av 45 málmøguleikum. Baksíðan av dystinum er, at Føroyar bert skoraðu níggju mál í seinna hálvleiki.

 

Í morgin klokkan 15.40 spæla Føroyar móti Fraklandi. Frakland spælir móti Spania klokkan 15.40 í dag.

 

Málskjúttar Føroyar: Óli Mittún 8/18, Trúgvi Hávardsson 5/6, Jákup Egholm 4/5, Niklas D. Gaard 4/6, Høgni Højsted 3/4, Rókur Ziskason 2/2, Ísak Vedelsbøl 2/6, Helgi Poulsen 1/1, Høgni Heinason 1/1, Búi Poulsen 0/1. 

 

Bjargingar: Torstein Sivertsen 11/26, Aleksandar Lacok 3/14. 

 

 

 

 

 

Mynd: HSF