Føroyska U20 manslandsliðið hevur tveir dystir eftir at spæla í EM-endaspælinum í Slovenia.
Tann fyrri dysturin verður ein hálvfinala móti Italia um rættin at spæla um 17. plássið. Í hinari hálvfinaluni møtast Sveis og Kekkia.
Dysturin móti Italia byrjar klokkan 18 í kvøld.
Føroyar hava nú vunnið tríggjar dystir á rað, og kunnu vónandi halda fast í góðu gongdini.
Tapa Føroyar fyri Italia skulu okkara menn spæla dyst um 19. plássið.