U20 EM: Óli Mittún er staðfestur EM-toppskjútti

Patrick Helland Anderson skoraði heili 11 mál móti Íslandi í dag

19 ára gamli Elverum-leikarin, Patrick Helland Andersson hevur havt eitt flott U20 EM-endaspæl fyri Noreg í Slovenia.

 

Í dystinum um sjeynda plássið, ið Noreg tapti 29-32 (16-18) fyri Íslandi í dag skoraði Patrick Helland Andersson heili 11 mál.

 

Hann rakk sostatt 70 málum, men tað vóru samanlagt seks mál færri enn Óli Mittún skoraði í EM-endaspælinum.

 

Óli er sostatt staðfestur EM-toppskjútti, ið er eitt megnar bragd.

 

HER eru EM-toppskjúttarnir:

 

##med2##

 

Kelda: Eurohandball