U20 EM: Føroyar vunnu greiðan sigur á Ukraina

Føroyska U20 manslandsliðið hevur nú vunnið tríggjar sigrar í EM-endaspælinum í Slovenia

Føroyska U20-manslandsliðið í hondbólti vann eisini annan dystin í bólki K í niðara bólkaspælinum í EM-endaspælinum í Slovenia.

 

Føroyar vunnu í dag greiðan 35-27 sigur á Ukraina. Serliga í seinna hálvleiki lá væl fyri. Í steðginum vóru Føroyar bert á odda 16-15, men í seinna hálvleiki var greiður munur. 

 

Føroyar skoraðu upp á 35 av 48 málmøguleikum. Ukraina skoraði upp á 27 av 47 málroyndum.

 

Føroyar eru á odda í bólkinum við fýra stigum. Kekkia hevur tvey stig, meðan Ísrael og Ukraina einki stig hava. 

 

Klokkan 13.20 spæla Kekkia og Ísrael. Hósmorgunin klokkan 11 spæla Føroyar bólkafinalu móti Kekkia. 

 

Tað er longu nú greitt, at Føroyar koma at spæla hálvfinalu um rættin at spæla finalu um 17. plássið í EM-endaspælinum. 

 

Málskjúttar Føroyar: Ísak Vedelsbøl 6/10, Óli Mittún 6/10, Óla Jákup Gaard Hansen 5/5, Høgni Heinason 4/4, Niklas D. Gaard 3/3, Trúgvi Hávardsson 3/4, Jákup Egholm 2/2, Búi Poulsen 2/3, Rói S. Hjaltason 1/1, Helgi Poulsen 1/2. 

 

Bjargingar: Aleksandar Lacok bjargaði 10 av 27 málroyndum. Torstein Sivertsen bjargaði 2 av 12 málroyndum.